Vánaligur fiskiskapur kostar trý størv

Uppboðssølan hjá Fiskamarknaðinum er í vanda fyri at detta niðurfyri

Trý fólk eru nú søgd úr starvi á Fiskamarknaði Føroya

 

Hetta verður gjørt fyri at laga seg til umstøðurnar, sigur Fiskamarknaðurin í eini fráboðan beint nú.


- Fiskiskapurin eftir hvítfiski er minkaður nógv seinastu árini og er nú tann lægsti í 20 ár. 

 

- Harafturat er bygnaðurin í fiskivinnuni eisini broyttur og hetta hevur ávirkað mátan, feskur fiskur verður keyptur og seldur uppá. 

 

Fiskamarknaðurin sigur, at í dag eru færri virkir og færri fiskibátar í drift enn fyri nøkrum árum síðani. 

 

- Tað vil siga, at bæði talið á fiskakeyparum og fiskaseljarum er minkað.

 

Harafturat eru skip og virki vorðin størri, og í fleiri førum eru skipini beinleiðis tengd at ávísum virkjum.

 

- Alt hetta ger, at sølan um uppboðssøluna er minkað so nógv, at neyðugt er at gera stórar sparingar og tí eru trý fólk í dag søgd úr starvi á Fiskamarknaðinum.
 

Lagt verður tó afturat, at ætlanin er kortini at uppboðssølan hjá Fiskamarknaðinum skal halda fram.
 
- Ringt er at spáa um framtíðina, og eingin veit hvussu verður við fiskiskapinum eftir hvítfiski við Føroyar. 

 

- Fiskiskapurin hevur altíð verið skiftandi og tað er eingin ivi um, at einaferð fer fiskiskapurin at taka seg uppaftur.
 
Annars staðfestir fiskamarkmaðurin,  at skal uppboðssøluni verða lív lagað, er neyðugt at fiskaseljarar standa saman og trygga framtíðina hjá Fiskamarknaðinum.

 

- Tað gerst bert við at vinnan brúkar uppboðssøluna.

 

Tí vóna tey, at fleiri skip og bátar fara at selja sín fisk um uppboðssøluna, og á henda hátt tryggja rættan marknaðarprís fyri fiskin.

 

- Somuleiðis vil hetta eisini tryggja, at fiskurin verður bjóðaður út til allar fiskakeyparar í Føroyum, sigur Fiskamarknaðurin.