Sera vánaligt veður í Onglandi hóttir við víðfevnandi órógvi í kappingarskránni í triðja umfari av FA-cup kappingini.
Charlton gjørdist fyrsta felagið, ið mátti útseta triðja umfars dystin móti Oxford orsakað av at vøllurin stendur undir í vatni.
Og umdysturin hjá Crawley Town móti Bristol Rovers er eisini útsettur eftir eina kanning av vøllinum eftir glopraregn. Her er talan um umdyst í øðrum umfari.
Kapprenningarvøllir verða eisini kannaðir fyri regn tíðliga leygarmorgun.
Hetta er aðru ferð, at tað hevur gingið út yvir Oxford, eftir at fyrri umdysturin móti Gateshead var útsettur í november.










