Vánaligt føroyingakvøld í bestu donsku hondbóltsdeildini

Føroyingarnir í Ajax taptu stórt, og føroysku landsliðsleikararnir hjá Keypmannahavn og Nykøbing Falster spældu ongan leiklut í kvøld

Hetta var eitt vánaligt kvøld hjá føroysku landsliðsleikarunum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Liðið hjá Rakul Wardum, Súnu K. Hansen og Lív S. Poulsen, Ajax var fyri 17-29 stórtapi móti Ikast á útivølli. Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni, og í steðginum var Ikast á odda 18-8.

 

Rakul bjargaði fimm av 14 málroyndum ta tíðina hon var á vøllinum. Í kvøld legði Súna upp til eitt mál og vann liðnum eitt brotskast, men eingin føroyskur landsliðsleikari kom á máltalvuna í kvøld.

 

Pernille Brandenborg spældi ongan leiklut, tá lið hennara, Keypmannahavn á útivølli vann 28-25 (14-12) á Ringkøbing, og landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen slapp slettis ikki upp í part, tá lið hennara, Nykøbing Falster á heimavølli tapti 28-29 (13-14) fyri Horsens.

 

Keypmannahavn er nummar fýra í deildini við 26 stigum, og Nykøbing Falster er nummar fimm við 24 stigum. Ajax er næstaftast í deildini við bert sjey stigum.