Vánaliga veðrið tarnar trolarunum

Eingin djúpvatnstrolari, ei heldur nakar trolbátur er til fiskiskap, og onkrir partrolarar liggja eisini.

Vánaliga veðrið seinastu tíðina hevur darvað bæði djúpvatnstrolarum, partrolarum og teimum smáu trolbátunum at fiska.

 

Í gjár, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri vikuna sum kemur, var eingin djúpvatnstrolari til fiskiskap.

 

Nakrir partrolarar vóru tó úti, og teir koma inn at landa, sum vikan gongur. Bæði partrolarar og djúpvatnstrolarar fara út aftur, nú veðrið batnar.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin eftir upsa framvegis er smáligur, og lítið fæst av hvítum fiski. Trý partrolarapør eru á gulllaksaveiði og troyta tískil ikki upsan teir næstu mánaðirnar.

 

Í gjár lógu allir teir smáu trolbátarnir, men teir fara væntandi út aftur, nú veðrið batnar. Bátarnir fara helst norður um at fiska tosk og hýsu - og so fáa teir eisini nakað av reyðsprøku og tungu.

 

At enda vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at tvey garnaskip eru á svartkalvaveiði. Fiskiskapurin er brúkiligur, og hesi bæði skipini koma inn at landa í vikuni sum kemur.