Birgir Enni, skipari á Norðlýsinum, heldur ikki, at serliga nógv sigling hevur verið higartil í summar. Hann hevur ikki hugt neyvt at hagtølunum fyri onnur ár, men heldur, at ábendingar eru um, at hugurin at sigla í summar higartil ikki hevur verið eins góður og í fjør.
- Tað ganga nógv fólk eftir bryggjuni, men eg haldi, at vánaliga summarið, vit hava havt higartil, hevur havt sína ávirkan. Fólk vilja helst hava ein túr í góðum summarveðri. Er illfýsið, sum tað ofta hevur verið í summar, og sólin ikki sær, er siglihugurin minni.
Hann sigur, at higartil í ár er bert ein túrur gjørdur út í Stóru Dímun, men hetta var eisini ein sera góður túrur, har farið varð av Toftum við lærarum og starvsfólki úr skúlanum við Løkin í Runavík.
- Vit fóru avstað um middagin og vóru seint aftur úr Stóru Dímun. Á slíkum ferðum er vanligt at steðga í Stóru Dímun í einar fýra tímar, og har bjóða vertsfólkini pannukøkur, kaffi, te og annað gott.
Birgir Enni sigur, at ætlanin er at fara út aftur til Stóru Dímun nú mikumorgunin klokkan 08. Ein bólkur á 20 fólk hevur teknað seg, men her eru 30 pláss eftir, tá Norðlýsið kann hava 50 ferðandi við á hvørjum túri.
- Fólk kunnu tekna seg á heimasíðu okkara, og ert ikki fultsett klokkan 08 mikumorgunin, kunnu fólk bara møta upp og koma við, sigur hann.
Í fjør gjørdi Norðlýsið einar seks túrar út í Stóru Dímun, men higartil í ár er so bara hesin eini túrurin gjørdur. Hinvegin hevur skipið gjørt fleiri túrar út undir Hestoynna, og meðan tað serliga eru føroyingar, ið vilja sleppa út í Stóru Dímun, eru tað ikki minst útlendingar, ið vilja sleppa at síggja grotturnar í Hesti.
- Seinnapartin hósdagin fara vit - trý seglskip - G! Festivalin við ferðandi. Umframt Norðlýsið, verða eisini tveir seglbátar, sum sonur mín, Hávardur Enni, hevur, við á ferðini. So, her er gott pláss, og eingin eigur at halda seg aftur, sigur skiparin á Norðlýsinum.










