Internetið í Suðuroynni hevur ikki riggað serliga væl í seinastuni. Og nú endar málið í løgtinginum. Tað er Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum reisir spurningin og vil hava Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá, hvat hann ætlar at gera við málið.
Sirið Stenberg vil hava landsstýrismannin at greiða frá, hvørji stig hann ætlar at taka, so at Suðuroyggin fær nøktandi internetsamband. Hann skal eisini greiða frá, nær internetið í Suðuroy kemur í rættlag, og um tað eru onnur øki í landinum, sum hava skert samband.
- Eitt nøktandi internetsamband er eitt krav frá fólki í dag, men til tíðir er internetsambandið óstøðugt, og als ikki nøktandi, sigur Sirið Stenberg. - Tað tykist vera ein afturvendandi støða, at ávís øki í landinum hava millum lítið og onki internetsamband, hóast viðskiftafólk rinda fyri eina tænastu, tey ikki fáa.
- Vánaliga internetsambandi darvar gerandislívi hjá fólki í stóran mun, og spurningurin er hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera fyri at loysa trupulleikan. Hon vil eisini hava at vita, nær ein haldgóð loysn verður funnin, soleiðis at nøktandi internetsamband verður tøkt hjá øllum borgarum í landinum. Johan Dahl fer at svara mitt í næstu viku.
|










