Van Wolswinkel tosar tið St Etienne

Norwich áleyparin, Ricky van Wolfswinkel, er í samráðingum við St Etienn um eitt møguligan lánisáttmála.

Norwich áleyparin, Ricky van Wolfswinkel, er í samráðingum við St Etienn um eitt møguligan lánisáttmála.

 

Hollendski landsliuðsleikarin var eitt felags met keyp fyri Norwich síðsta kappingarár, men skoraði bara einaferð í 27 dystum, og Norwich flutti niður.

 

Venjarin, Neil Adams, segði við BBC Radio Norfolk, at van Wolfswinkel hevur tosað við St Etienne, men har er nógv at tosa um.

 

Um tað ikki hendir, kemur hann aftur í okkara hóp, sigur Neil Adams.

 

Van Wolfswinkel var ikki við í hópinum hjá Norwich síðsta dystin í seinasta kappingarári, eitt tap móti Arsenal, sum váttaði teirra niðurflyting.

 

 Norwich hevur tó nýtt hann í venjingardystunum í summar, inntil ein skaði helt honum heima frá síðsta mánaði venjingartúri til Italia.