Nú veruligar samgongusamráðingar eru farnar í gongd millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin minnast føroyingar flestallir fótbóltslandsdystin millum Føroyar og Danmark í Gundadali.
Undan dystinum kom bólkur av sambandsfólki inn á áskoðaraplássini við einum av valevnum teirra á odda íklæddir donsku litirnar, reytt og hvítt, við donskum fløggum og klapphattum og hildu miklan gang meðan teir sungu »vi er røde vi er hvide«.
Tá føroyski tjóðsangurin bleiv sungin, ýldu sambandsmenn »BUUUH«, meðan teir hinvegin sungu danska »yndiga landið« av fullum hjarta.
Føroysku leikararnir allir stríddist mennskir av fullum huga og stóðu dønum javnir í leiki bæði tekniskt og kroppsliga, men hvørja ferð føroyskur leikari og dani brustu saman og danin fall, ýldu hesir sambandsmenn »BUUUH«.
So hvørt sum dysturin leið, og okkara fólkakæri, mæti, sterki og ágangandi álopsleikari Todi nærkaðist danska málinum og fleiri ferðir var um at fáa mál, nevaði danski málverjin ferð eftir ferð upp í andlitið á Toda.
Sambandsmenninir ýldu: »SLÁ, SLÁ«.
Hetta fólkaslagið ætlar Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin sær í samgongu við.
Gera teir álvara av tí, eru føroyingar greiðir yvir, hvat teir standa fyri!
Føroyingar er tolið fólkaslag, tí ein kann ímynda sær, hvat vildi hent, um bólkur av onglendingum hevði tíggjað sær á sama hátt undir landsdysti millum Ongland og Týskland á Wembley.