Van Persie umhugsar framtíðina

Óvist er, hvar hálendingurin spælir fótbólt komandi kappingarár

Hálendski málslúkurin, Robin van Persie, hevur havt eitt misjavnt kappingarár hjá Manchester United, har hann ikki hevur rakt sama støði sum undanfarnu kappingarárini. Hetta kappingarárið, sum júst er farið afturum bak, hevur van Persie verið nógv skaddur, og eisini hevur hann sitið á bonkinum til tíðir.

 

- Mín ætlan er sjálvandi at spæla so nógvar dystir sum møguligt. Eg veit, at jú fleiri dystir eg spæli, jú betri møguleiki er tað hjá mær at vera á mínum besta og hægsta støði til EM-endaspælið komandi summar. Eg verði noyddur at umhugsa mína støðu viðvíkjandi framtíð mínari, og eg eri eisini noyddur at vera realistiskur, sigur Robin van Persie sambært bretska Daily Star.

 

Italiensku stórfeløgini, Juventus og Lazio, sigast at vera áhugað í niðurlendska áleyparanum. Robin van Persie skoraði 10 mál í 26 dystum í Premier League fyri Manchester United hetta kappingarárið.