Tað tók Robin van Persie bara tveir minuttir at skora móti gamla felagnum hjá sær, tá Manchester United í dag vann 2-1 á Arsenal á Old Trafford.
Manchester United var greitt omaná allan dystin og sigurin var fult uppiborin. Tað gingu bara tveir minuttir, so var Robin van Persie á blettinum. Thomas Vermaelen megnaði ikki at rudda bóltin vekk, sum endaði hjá Robin van Persie. Fyrrverandi Arsenal liðskiparin meddaði til við høgra beini og so var 1-0. Beint fyri hálvleik fekk Manchester United brotsspark, sum Wayne Rooney brendi.
Manchester United var omaná tað mesta av dystinum og miðskeiðis í seinna hálvleiki fall avgerðin. Patrice Evra var hægstur eftir innlegg og stútaði bóltin í málið til 2-1. Stutt seinni fekk Arsenal miðvallarin, Jack Wilshere, sítt seinna gula kort og harvið reytt.
Arsenal hevði okkurt skjótálop, men megnaði ongantíð at geva einum miðal spælandi Manchester United liðið mótstøðu. Við seinasta sparkinum í dystinum minkaði Santi Carzola um munin til 2-1.
Premier League:
Manchester United Arsenal 2-1
Fulham Everton 15:00
Norwich Stoke 15:00
Sunderland Aston Villa 15:00
Swansea Chelsea 15:00
Tottenham Wigan 15:00
West Ham Manchester City 17:30