Robin van Persie prógvaði í dag sítt virði, tá hann skeyt øll trý málini fyri Manchester United í 3-2 útisigrinum á uppflytarunum úr Southampton. Vertirnir løgru seg á odda, tá eitt korter var farið, men van Persie javnaði sjey minuttir seinni, og 1-1 var eisini hálvleiksstøðan.
Tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, legði Morgan Schneiderlin Southampton fram um 1-2. Løtu seinni fekk United brotsspark, men van Persie brendi. Tað eydnaðist honum kortini at bøta skaðan, tá hann javnaði til 2-2 í 88. minutti og skeyt sigursmálið til 2-3 tveir minuttir inni í yvirtíðini.
Men dysturin var ikki bara serstakur fyri Robin van Persie, tí hetta var eisini landskappingardystur nummar 1.000 hjá United við Alex Ferguson sum venjara.
Og so var danski Anders Lindegaard aftur í málinum hjá Manchester United í dag.
Fyrr í dag var dystur á Anfield Road millum Liverpool og Arsenal. Hendan dystin var Arsenal 2-0, og hetta vóru fyrstu málini hjá liðnum í hesum kappingarárinum.