Van Persie fer ikki til Barcelona

Barcelona hevur verið sett í samband við Robin Van Persie, men Fenerbahce venjarin útilukkar at tað verður til nakað

Robin Van Persie hevur havt tað trupult síðani hann í summar skifti frá Manchester United til Fenerbahce.

 

Leysasøgur hava tí vilja verið við, at Robin Van Persie longu í januar mánað fer at skifta til Barcelona, har hann skal hava eina líknandi rollu sum svenski Henrik Larsson hevði í Barcelona fyri nøkrum árum síðani.

 

Men venjarin hjá Fenerbahce, Vitor Pereira, avnoktar í dag at Robin Van Persie fer nakran veg.

 

-       Eg havi ongar trupulleikar við Robin Van Persie, og eg kenni einki til at hann fer til Barcelona. Eg eri væl nøgdur við hann, og stendur tað til mín, fer hann ongan veg.

 

Tí verður handilin hjá Robin Van Persie til Barcelona helst av ongum.