Robin van Persie hevur havt eitt misjavnt kappingarár í turkiska Fenerbahce, har hann fór til úr Manchester United mitt í juli. Hollendski framherjin, sum kostaði teimum 41 mió. kr., hevur ikki verið serliga nógv á vøllinum.
Ikki sambært honum sjálvum, í øllum førum. Í gjár byrjaði hann eisini á beinkinum ímóti Bursaspor, men hann varð tó innskiftur og skeyt 2-1-sigursmálið. Eftir dystin var hann ikki bangin fyri at vísa sína ónøgd.
- Fyri at siga, sum er, so eri eg ikki serliga nøgdur í løtuni. Eg var ikki nøgdur við at byrja á beinkinum. Eg eri væl fyri og kropsliga sterkur, so eg eri klárur at spæla 90 minuttir, segði van Persie eftir dystin við Lig TV.
- Tað einasta svarið, eg kundi geva, var tað svarið, sum eg gav. Eg kom inn og hjálpti liðnum til sigurs, legði hann afturat.
Fenerbahce er í løtuni fremst í turkisku deildini. Robin van Persie hevur tilsamans skotið trý mál í níggju dystum, men einans ta einu ferðina hevur hann fingið fulla spælitíð.