Van Persie á veg til Turkalands

Hollendski Robin van Persie skiftir væntandi fyrsta dagin til Fenerbache í Turkalandi

Bretsku veddingarfyritøkurnar hava stongt fyri møguleikanum at vedda uppá, hvar framtíðin hjá hollendska framherjanum Robin van Persie liggur.

 

Sambært fleiri útlendskum miðlum skiftir van Persie nevnliga fyrsta dagin til turkiska stórfelagið Fenerbache. Avtalan er eftir øllum at døma komin í lag, og spurningurin er bara, nær skiftið verður alment váttað.