Grundgevingarnar hjá dómsnevndini fyri at útnevna Fiat Doblò Cargo til ársins vørubil í Evropa vóru m.a. at bilurin er økonomiskur og tryggur, umframt at hann er tann bilurin sum lastar mest í sínum klassa og er sera væl útgjørdur í mun til prísin.
Fiat Doblò Cargo verður gjørdur í tveimum longdum og fæst við Euro5-góðkendum 1.3 og 1.6 MultiJet dieselmotorum. Fiat var eisini ársins vørubilur í 2006, 2008 og 2009.