Ein dómsnevnd av journalistum úr 20 evropeiskum londum hevur kosið teir tríggjar vørubilarnar: Citroën Jumpy, Peugeot Expert og Fiat Scudo sum ársins vørubilar í Evropa 2008. Bilarnir verða framleiddir í Fraklandi sum samstarv millum PSA (Peugeot Citroën) og Fiat.
Grundgevingarnar fyri júst at geva hesum trimum bilum heiðurin sum ”Van of the Year 2008” vóru t.d. at teir eru sera væl innrættaðir og arbeiðsligir, umframt at teir eru komfortablir. Hóast teir bera vektina væl, eru koyrieginleikarnir sum á einum persónbili.
Citroën Jumpy, Peugeot Expert og Fiat Scudo fáast í tveimum ymiskum hæddum og aksilfrástøðum við vørurúmi frá fimm til sjey rúmmetrar og teir lasta millum 1.000 og 1.200 kg.
Vørubilarnir fingu eisini góðan karakter fyri sínar innbygdu trygdarskipanir og umhvørvisvinarligu motorar.