Í 1972 var rockbólkurin Van Halen stovnaður, og fyrst í 80’unum fingu teir av álvara viðvind og vóru ovast á hitlistunum við sanginum Jump, sum er teirra størsta hitt.
Í næstum skal Van Halen gera nakað, sum teir ongantíð áður hava gjørt. Møguleikarnir hava verið har, men teir hava ongantíð tikið av fyrr enn nú.
Van Halen skal spæla live í einari amerikanskari sjónvarpssending. Tað verður í sendingini Jimmy Kimmel Live bæði 30. og 31. mars.
Hetta verður gjørt, samstundis sum nýggj savnsútgáva kemur frá bólkinum.