Tað hevur verið at frætt leingi, at 28 ára gamli, uruguayanski framherjin, Edinson Cavani, sum í løtuni ger tað gott, sum framherji hjá franska høvuðstaðarfelagnum, Paris Saint Germain er á veg til Manchester United.
Men sambært enska blaðnum, Daily Mirror ætlar høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal at gera ein enn størri handil við Paris Saint Germain. Van Gaal kundi nevnliga hugsað sær at skrivað undir sáttmála við brasilianska Thiago Silva, sum er miðverji hjá Paris Saint Germain. United vónar at kunna gera ein handil við Paris Saint Germain, sum fer at kosta enska felagnum eina upphædd, sum svarar til 520 miljónir krónur í okkara peningi.
Tó kann talan gerast um eitt slag av einum býtishandli, tí Paris Saint Germain kundi hugsað sær at fingið Angel di Maria í sítt breyð, og tað er nakað, sum Angel di Maria avgjørt skuldi verið áhugaður í. Di Maria hevur sitið nógv á beinkinum seinastu dystirnar, og hevur ikki havt eitt serliga gott kappingarár í Manchester United.