Jólahøgtíðin er ikki heilt liðug í Onglandi enn, og tað sæst millum annað aftur í skránni hjá Premier League, har átta dystir eru á skrá í dag.
Átta dystir vera spældir, fimm teirra byrja klokkan 15 og tríggir klokkan 17.30.
Crystal Palace - Swansea
Crystal Palace hevur tikið mong á bóli higartil í ár og liggja á einum 5. plássi, nú eitt umfar er eftir at spæla í fyrru hálvu. Verri hevur hilnast hjá Swansea, sum liggur nummar 16, eitt stig oman fyri niðurflytingarstrikuna. Ringa árið hjá Swansea kostaði eisini venjaranum, Garry Monk, starvið fyrr í hesum mánaðinum.
Crystal Palace hevur ikki tapt í 5 dystir, meðan Swansea 2. jóladag vann fyri fyrstu ferð í sjey dystir.
Everton - Stoke
Bæði liðini hava 26 stig undan hesum umfarinum og eru enn við í stríðnum um evropa cupplássini. Bæði liðini vunnu 2. jóladag. Stoke vann 2-0 á heimavølli móti Manchester United, meðan Everton vann 1-0 móti Newcastle. Seinasta kappingarár vann Stoke báðar dystirnar móti Everton, 2-0 á heimavølli og 1-0 á útivølli.
Møguleikarnir fyri málum burdu verið góðir. Romelu Lukaku hevur skorað seks mál seinastu seks heimadystirnar, meðan seinastu fýra heimadystirnir hjá Everton hava havt 19 mál, 4,8 mál í miðal hvønn dyst.
Norwich - Aston Villa
Hesin dysturin fer at vera nógv verdur hjá vinnaranum tá kappingarárið er av. Bæði Norwich á 17. plássi og Aston Villa á 20 pláss hava brúk fyri einum siguri.
Aston Villa hava ikki vunnið síðani fyrsta leikdag og liggja langt aftast í Premier League, við átta dystum eftir fyrstu 18 umførini. Norwich hava 17 stig, tað sama sum Newcastle, ið liggja beint niðan fyri strikuna.
Watford - Tottenham
Watford er eitt annað lið, sum hevur tikið tey flestu á bóli við sínum góðu úrslitum í ár, og liggur felagið nú á 7. plássi, meðan Tottenham liggur á 4. plássi.
Tottenham vann einfalt móti Norwich 2. jóladag, meðan Watford spældu javnt móti Chelsea.
Harry Kane hevur fingið ferð á málsjótingina aftur, men Watford hava einki mál latið ígjøgnum í seks av teimum níggju heimadystunum í ár. Hinvegin, so hevur Tottenham ikki tapt á útivølli, síðani teir taptu fyrsta dystin í kappingarárinum móti Manchester United.
West Bromwich - Newcastle
West Bromwich liggur á 13. plássi, meðan Newcastle liggur á 18. plássi. Bæði liðini taptu 1-0 2. jóladag, West Brom móti Swansea og Newcastle móti Everton. Newcastle hevur tó vunnið tveir av teimum trimum seinastu útidystunum, aftan á at hava vunnið ein av teimum seinastu 18, meðan West Brom hava tapt sjey av teimum seinastu 13 heimadystunum. Newcastle hava tó ilt við at skora á útivølli og hava ikki skorað í 9 av seinastu 14 útidystunum.
Arsenal - Bournemouth
Aftan á at Liverpool vann móti Leicester væntaðu tey flestu, at Arsenal fór at klatra upp á tindin í Premier League, men so gekk ikki. Heldur óvæntað tapti felagið úr London heili 4-0 móti Southampton 2. jóladag. Nú verður neyðugt hjá teimum at prógva, hvørjum teir eru gjørdir úr, um vónirnar um at vinna Premier League í ár skulu varðveitast.
Bournemouth hevur ikki tapt í seks dystir, og hava vunnið fimm av sínum seinastu seks dystum í London, millum annað móti Chelsea. Arsenal hevur tó fingið 16 av 18 stigum seinastu 6 heimadystirnar.
Manchester United - Chelsea
Stóra brakið í dag er millum Manchester United og Chelsea. José Mourinho varð koyrdur sum venjari hjá Chelsea beint undan jólum, meðan venjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal, er undir stórum trýsti.
Manchester United hevur ikki vunnið í Premier League síðani 21. novembur og hava tapt fýra dystir á rað.
Guus Hiddink tók fyribils við starvinum í Chelsea, men fekk einans ein 2-2 javnleik móti Watford í sínum fyrsta dysti. Chelsea liggur á 15. plássi, einans tvey stig oman fyri niðurflytingarstrikuna, meðan Manchester United er follið niður á 6. pláss seinastu vikurnar.
Neyvan verða nógv mál. Diego Costa er leikbannaður, meðan seinastu tríggir dystirnir millum feløgini hava givið okkum trý mál.
West Ham - Southampton
West Ham á 10. plássi spæla móti Southampton á 12. plássi. West Ham hevur spælt fimm javnleikir á rað og hevur ikki vunnið síðani 24. oktobur, tá felagið vann 2-1 móti Chelsea. Southampton høvdu ikki vunnið í fimm dystir, áðrenn teir 2. jóladag hølvaðu Arsenal av 4-0.
West Ham hevur ikki tapt seinast seks heimadystirnar, men fýra av hesum dystum hava verið javnleikur. Southampton hevur hinvegin einans vunnið tveir av seinastu 15 útidystunum í Premier League og hevur einans skorað 11 mál hesar 15 dystirnar.