Van Gaal minnir um Ferguson

Ryan Giggs viðurkennir at hann sær nógv av tí sama í Louis Van Gaal, sum hann sá í Alex Ferguson

Ryan Giggs legði fyrr í summar skógvarnar á hillina, eftir at hava verið ein tann mest týdningarmikli leikarin á Manchester United liðnum í nýggjari tíð.

 

Nú er Ryan Giggs hjálparvenjari hjá nýggja United venjaranum, Louis Van Gaal.

 

Og Ryan Giggs viðurkennir, at Louis Van Gaal á nógvar mátar, minnir um gamla Manchester United venjaran, Alex Ferguson.

 

-          -     Teir minna um hvønn annan á nógvar mátar. Tað kemst helst av, at teir hava vunnið so nógv.

 

-          -      Teir krevja báðir svar frá leikarunum og krevja virðing frá hópinum. Eg havi bert arbeitt saman við Van Gaal í stutta tíð og eg skilji longu hví hann hevur so nógv at vísa á sum venjari. Hann krevur at allir leikararnar arbeiða so hart sum gjørligt frá fyrsta til síðsta minutti undir venjing.

 

Harafturat greiðir Giggs frá, at Louis Van Gaal er framúr til at vegleiða sínum leikarum.

 

-          -      Alt sum Van Gaal ger, er væl fyrireikað. Og leikararnir vita tað, at gera teir ein feil, so fær man tað at vita. Harafturímóti er hann eisini góður til at rósa leikarunum, um teir gera tað rætt.

 

Louis Van Gaal hevur áður vunnið meistaraheitir við Ajax, FC Barcelona, AZ Alkmaar og Bayern Munchen.