Ì annaðkvøld klokkan 19.45 verður fyrra fjórðingsfinalan í Champions League millum Bayern München og Manchester United í München.
- Eg beri ongan ótta, og tað gera mínir spælarar heldur ikki, sigur venjarin hjá Bayern München, Louis van Gaal við týskar miðlar. - Vit viðurkenna dygdirnar hjá Wayne Rooney. Tá hann var yngri ivaðist eg ofta í hvussu skilagóðar hann var við tí hann gjørdi á vøllinum, men nú er hann ringur at demma upp fyri. Men tað megna vit, um vit vilja, tí okkara lið hevur eisini stórar dygdir, sum Alex Ferguson og hansara spælarar eiga at óttast fyri, staðfestir Louis van Gaal.
Stóra ivamálið hjá Bayern er niðurlendski stjørnuspælarin, Arjen Robben, sum hevur ein vøddatrupuleika. - Vit hava tørv á einum spælara sum Robben ímóti Manchester United, men um hann ikki er 100 prosent klárur, so spælir hann ikki, slær van Gaal fast.
Louis van Gaal heldur, at Manchester United eru væl skipaðir.- Eg øvundi teimum hvussu væl skipaðir teir eru. Um vit høvdu verið líka væl skipaðir í Bayern München, so høvdu vit verið eitt stig frammanfyri, sigur Louis van Gaal.