Van Gaal gevst í summar

Bayern München venjarin, Louis van Gaal, gevst i summar, hóast sáttmálin varar eitt ár meira. Partarnir skiljast í sátt og semju, skrivar BBC. Van Gaal vann the double í fyrsta kappingarári sínum fyri Bayern München og kom í finaluna í Champions League í 2010.

 

Felagið er enn við í Ghampions League, men er bert á fimta plássi í týsku kappingini, eins og teir taptu hálvfinaluna í týsku steypakappingini á heimavølli móti Schalke 04 í síðstu viku.

 

Orsøkin til, at van Gaal fer, er ósemja um strategiina, sigur Bayern München í eini fráboðan.

 

Venjarin hevur verið undir trýsti eftir at liðið fyrst tapti til Dortmund á heimavølli, tíðani hálvfinaluna, eisini á heimavølli og seinast eitt tap á útivølli móti Hannover 96.

 

Í einari endurtøku av finaluni í fjør førir Bayern München 1-0 undan returdystinum á Allianz Arena 15. mars.

 

Eftir ein fund mánamorgunin eru partarnir samdir um at fara hvør til sítt í summar.