Sunnudagin klokkan 14.05 verður tann stóri klassikarin millum tey mest vinnandi liðini í Onglandi, Liverpool og Manchester United.
Høvuðsvenjarin hjá Manchester United, sum javnan fær toyggið fyri sín spælistíl heldur ikki, at starvsfelagin í Liverpool, Jürgen Klopp hevur sama trupuleika: - Jürgen Klopp fer at avrika væl í Premier League, orsaka av spælistílinum hann vil hava sínar menn at spæla. Fjeppararnir elska spælistílin hjá Jürgen Klopp, staðfesti Louis van Gaal á tíðindafundi ígjár.
- Vit síggja longu nú hvussu Jürgen Klopp hevur broytt spælistílin hjá Liverpool, og liðið er meiri aggresivt, og pressar hægri undir Jürgen Klopp, segði Louis van Gaal á tíðindafundinum.
Dystirnir millum Liverpool og Manchester United hava verið heldur harðligir seinastu árini, og vónar Louis van Gaal, at spælararnir hjá báðum liðum fara at kenna sær hógv sunnudagin, so sleppast kann undan harðligum spæli.