Van Gaal farin heim

Manchester United hevur onga venjing í dag

Mynd: (Polfoto) Louis van Gaal, venjari hjá Manchester United

Venjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal, er í dag heima í Hollandi. Hann hevur givið liðnum frí í tveir dagar, eftir at Manchester United leygardagin tapti á heimavølli fyri Southampton.

Myndirnar av Louis van Gaal, sum er farin heim í tveir dagar, hava fingið enskar miðlar at halda, at Louis van Gaal er á markinum til at blíva koyrdur. Á tíðindafundinum eftir dystin leygardagin, tóktist Louis van Gaal eisini mótfallin.

- Eg eri vónbrotin av, at eg ikki klári at liva upp til vónirnar hjá viðhaldsfólkunum. Eg klári ikki at liva upp til høgu vónirnar, og tað er ørkymlandi fyri meg, sigur Louis van Gaal við Sky Sports.

Í farnu viku ljóðaði, at José Mourinho hevði sent skriv til Manchester United um hvussu hann hevði loyst trupulleikarnar. Bretskir miðlar skrivaðu, at hetta skuldi skiljast sum ein umbøn til venjarastarvið.

José Mourinho hevur avsannað søguna um skrivið, men søgan um José Mourinho til Manchester United standa við. Fyribils heldur Louis van Gaal fram, men spurningurin er hvussu leingi?