van Gaal blakar burtur, men keypir ikki nýtt

Fleiri spælarar á veg út úr Manchester, men eingin á veg inn enn.

Bretskir miðlar boða í dag frá, at Danny Welbeck hevur fingið boð um, at finna sær annað felag. Louis van Gaal letur ikki til at hava álit á enska landsliðsspælaranum, sum nú tykist dyrgja eftir einum skifti til Tottenham.

 

Phil Jones er eisini á veg út av Old Trafford, sambært the Guardian, meðan Anderson kann vera á veg aftur til Porto.

 

Leysasøgur hava í alt summar gingið um, at Angel di Maria skal vera á veg til Manchester United, men nú skrivar Daily Express, at áhugin hjá Louis van Gaal er kølnaður, og at hann heldur vil satsa upp á unga Adnan Januzaj. Daily Mail skriva tó, at Manchester ætlar at keypa tveir spælarar úr Real Madrid, nevniliga bæði nevnda di Maria og Sami Khedira.