Van der Vaart til Real Madrid

Hollendska leikarainnrásin í Real Madrid heldur fram

Real Madrid hevur í dag ognað sær Rafael van der Vaart úr Hamburger SV fyri góðar 150 milliónir krónur. Van der Vaart, sum hevur verið lyklaleikarin og liðskiparin hjá týska Hamburger SV seinastu trý kappingarárini, hevur skrivað undir ein fimm ára sáttmála við Real Madrid. Van der Vaart er uppaldur í Ajax Amsterdam, og hollendska felagið fær eisini ein stóran part av søluupphæddini. Í dag kom eisini fram, at Real Madrid má vera Wesley Sneijder fyri uttan í nakrar mánaðir. Hann hevur slitið liðbandið, og um krossbandið eisini hevur fingið skaða, so kann tað væntast, at Wesley Sneijder verður uttanfyri vøllin í eitt hálvt ár.