Van der Vaart: Eg eri her fyri fótbóltin

Hollendska stjørnan vísir á, at fótbólturin hevur størstan týdning, nú hann hevur undirskrivað sáttmála við danska FC Midtjylland

Fyrr í dag blivu tíðindini kunngjørd, sum danski fótbóltsheimurin hevur bíðað eftir í spenningi seinastu vikuna: Rafael van der Vaart er alment vorðin leikari hjá FC Midtjylland, og verður hann mettur at vera størsta stjørnan nakrantíð, sum fer at spæla í donsku Superliguni, har fýra føroyskir landsliðsspælarar eisini spæla.

 

Les eisini: FC Midtjylland keypir hollendska stjørnu

 

Nógvar røddir vilja vera við, at høvuðsorsøkin til, at van der Vaart er komin til FC Midtjylland er, at unnusta hansara spælir hondbólt við danska Team Esbjerg, og at van der Vaart vil búgva saman við henni í Danmark. Hin 33 ára gamli niðurlendingurin viðurkennir, at hetta er ein partur av orsøkini, men tó ikki høvuðsorsøkin.

 

- Nógv siga kanska, at eg eri her av familjuávum, men fólk skulu ikki ivast í, at fyrst og fremst eri eg her fyri at spæla fótbólt. Privatlívið hevur eisini sín avgjørda týdning, og tað er gott at hava unnustuna nærhendis, so eg kann avrika best møguligt á vøllinum, sigur Rafael van der Vaart við danska Ekstrablaðið. 

 

Sambært donskum miðlum skal fær Rafael van der Vaart troyggju nummar 8. Sáttmáli hansara við FC Midtjylland er tvey ár til longdar.