39 ára gamli Edwin Van der Saar tekur eftir øllum at døma eitt ár afturat við Manchester United. Tað skrivar News of the World. – Mær dámar framvegis spælið fult so væl, og tí havi eg tikið avgerð um at skriva undir nýggjan eitt-ára sáttmála. Felagið vil hava meg her, og eg vil fegin verða her, sigur stóri hollendski málverjin við blaðið. Van der Saar hevur drigist við skaðar hetta kappingarárið, eins og kona hansara herfyri fekk blóðtøpp. Men sjálvur sigur málverjin, at konan hevur tað munandi betur nú, og at hetta ikki er nøkur forðing fyri at taka enn eitt ár millum stólparnar á Old Trafford.