Undan dystinum liggja bæði liðini jøvn í oddinum við 20 stigum. Undan dystinum er tó longu nú greitt, at Holland má vera málmannin, Edwin van der Saar, fyri uttan. Tí verður tað helst Ajax-málmaðurin, Maarten Stekelenburg, sum skal verja málið. Afturat van der Saar má Holland eisini vera Robin van Persie, Wesley Sneijder og Mario Melchiot fyri uttan, tí hesir hava allir leikbann til dystin.