B36 hevur í kvøld kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við 28 ára gamla Jelle van der Heyden. Hann er fyrrverandi U21-landsliðsspælari hjá Hollandi.
B36 skrivar:
B36 hevur skrivað sáttmála við Jelle van der Heyden. Avtalan er galdandi fyri kappingarárið 2024. 28 ára gamli miðvallarin hevur seinasta árið spælt fyri IFK Mariehamn í bestu finsku deildini.
Í fimm ár umboðaði hann hollendska stórfelagið Twente. Tað var í tíðarskeiðnum frá 2014 til 2019. Har spældi hann 34 dystir í Eredivisie, sum er besta fótbóltsdeildin í Hollandi. Í 2019 var hann eisini við til at vinna barndómsfelagið upp úr næstbestu deildini.
Eftir uppflytingina skifti hann til danska Vendsyssel í næstbestu deildini, har hann spældi fýra kappingarár. Í fjør fór hann so til Finnlands at royna seg.
Jelle van der Heyden hevur eisini spælt tríggjar dystir fyri hollendska U21-landsliðið.