Van Damme leggur eftir grindadrápi

Men hann er tó ikki nóg kønur í landalæru og heldur, at tað er Danmark, sum umframt at drepa minkar eisini drepur grind

 

Jean-Claude Van Damme hevur frætt, at Danmark hevur dripið 17 milliónir minkar.

Og í hesum sambandi hevur hann gjørt eina 19 minuttir langa video, har hann vísir sína vreiði og vanvirðing.

– Eg havi ein spurning til tykkara. Hvat land er tað, sum drepur 17 milliónir minkar í ár? spyr hann sínar 28,2 milliónir fylgjarar og vísir til Danmark.

– Tey søgdu, at tað var vegna covid-19. So stjórnin gav bóndum boð um at drepa allar minkarnar. Eg eri ógvuliga harmur um tað. Tað er hópmorð.

Men so fær søgan eina aðra vend.

– Hetta sama landið drepur hvørt ár fleiri túsund delfinir, sigur Van Damme, sum eftir øllum at døma heldur, at Danmark og Føroyar eru sama land – helst vegna ríkisfelagssskapin.

Men vreiðin heldur fram, og hann vísir á, at menniskju eru júst sum minkar og delfinir.

– Tað er sinnisjúkt. Vit eru eitt slag, sum etur, elskar, luktar og sær eins og tey.

– Tit læra børn tykkara at fremja blóðbað – og so siga tit, at tað er covid-19, sum drepur? Hvussu kann at fólk gera so? Vit verða noydd at gera nakað við tað. Tey eru idiotar.

– Danmark, steðgið við at drepa delfinir – líka mikið um tú trýrt upp á náttúruna ella onkran gud. Tað er vitleyst, tað tit gera við dýrini. Latið okkum gera nakað við delfin-drepandi Danmark.

At enda bjóðar hann milliardigum, sum Jeff Bezos, Bill Gates, Elon Musk og Mark Zuckerberg av og vil hava teir at taka ábyrgd og finna ein hátt at 'bjarga planetini'.