Van Basten vil venja Huntelaar

Hollendski landsliðsvenjarin í fótbólti, Marco van Basten, skal eftir summarsteðgin hava leiðslun av hollendska felagnum Ajax. Hann vónar, at stóri álopsprofilurin í Ajax, Klaas-Jan Huntelaar verður verðandi í felagnum, hóast boð eru eftir honum frá europeiskum stórfeløgum.

- van Basten hevur sagt mær, at hann vil skapa eitt sterkt lið, sum kann kappast í øllum kappingum, og hann hevur brúk fyri mær, sigur Huntelaar.