Eftir at hava verið undir stórum trýsti hevur FC Barcelona-venjarin, Ernesto Valverde, í kvøld fingið sekkin í felagnum, sum hann hevur staðið á odda fyri síðani mai 2017. Hesum boðar felagið frá á heimasíðu sínari.
FC Barcelona hevur í somu atløgu sett nýggjan venjara í starv. Talan er um 61 ára gamla Quique Setién, sum fram til í fjør var venjari hjá Real Betis. Hann hevur eisini vant onnur lið so sum Racing Santander og Las Palmas.
Tað var annars upp á tal, at Xavi skuldi gerast nýggjur FC Barcelona-venjari, men tað verður ikki í hesi atløgu, at hann skal standa á odda fyri barndómsfelagi sínum.
FC Barcelona er í løtuni fremst í La Liga saman við Real Madrid, men spælið hevur verið lítið sannførandi, og atfinningarnar hava serliga verið ímóti Ernesto Valverde, sum nú altso hevur fingið sekkin.