Valur vann stórsigur á útivølli

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali eru fremst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini við 10 stigum fyri fimm dystir

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali eru einasta liðið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, ið hava fult stigatal. 

 

Valur vann í kvøld stórsigur 34-20 á HK á útivølli í Kópavogi. Í steðginum var Valur á odda 18-11.

 

Valur hevur 10 stig fyri fimm teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.

 

Allan skoraði fýra mál fyri Val í kvøld.

 

Komandi mánakvøld tekur Valur móti Stjörnuni á heimavølli.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunurStig
1Valur5500162:12110
2FH5401155:1268
3Afturelding5401161:1288
4KA4220120:1126
5Haukar4202115:1004
6Grótta4202117:1144
7ÍBV4202120:1164
8Víkingur5203120:1434
9Fram5113144:1573
10HK5113128:1553
11Stjarnan5104124:1452
12Selfoss5005108:1570