Valur vann aftur

Valur eru nú einsamallir á odda í tí íslendsku Pepsideildini Christian Restorff Mouritsen, Poul Johannus Justinussen og Jónas Tór Næs byrjaðu allir inni í útidystinum ímóti Grindavík, sum á sinni hevði gomlu Manchester United kempuna, Lee Sharpe í sínum hópi.

 

Valur vann 2-0 í Grindavík, sum eisini var hálvleiksstøðan. Christian Restorff Mouritsen spældi Arnar Sveinn Geirsson leysan, sum ikki sveik álitið, men legði Valur á odda 1-0, tá 19 minuttir vóru farnir.

 

10 minuttir seinni økti Guðjón Pétur Lýðsson til 2-0. Valur hevði 10 skot innan málrammurnar, meðan heimaliðið bert hevði trý skot innan málrammurnar.

 

Christian Restorff Mouritsen hevði bæði góð skot og stútara ímóti Grindavíkar-málinum, sum tíverri ikki góvu mál.

 

Talan er um eina rimmar byrjan hjá Vali, sum hevur fingið seks stig í tveimum dystum í tí íslendsku Pepsi-deildini.

 

Støðan í íslendsku Pepsi-deildini :

 

1 Valur 2 2 0 0 3:0 6

2 Keflavík 2 1 1 0 5:3 4

3 Víkingur R. 2 1 1 0 2:0 4

4 KR 2 1 1 0 4:3 4

5 FH 2 1 0 1 4:2 3

6 Fylkir 2 1 0 1 4:4 3

7 ÍBV 2 1 0 1 2:2 3

8 Grindavík 2 1 0 1 3:4 3

9 Þór 2 1 0 1 1:2 3

10 Stjarnan 2 0 1 1 2:4 1

11 Fram 2 0 0 2 0:2 0

12 Breiðablik 2 0 0 2 3:7 0