Jónas Tór Næs og Valur fingu einki við sær stutta teinin til hús aftur, eftir at teir í kvøld vóru partur av grannauppgerð í íslendska høvuðsstaðnum. KR er oddalið og harvið favorittur at vinna meistaraheitið, og í kvøld var eingin slingur í valsinum hjá KR.
Úrslitið var 3-1, eftir at KR, sum var á heimavølli, eftir 1. hálvleik var frammanfyri 1-0. Hetta er fyrsta ferðin í átta ár, at KR vinnur á heimavølli ímóti Vali. Jónas Tór Næs er fastur maður á høgra vongverja hjá Vali, og tað var hann eisini í kvøld.
Næsti dysturin hjá Vali verður sunnudagin, tá ið Jónas Tór Næs og liðfelagarnir skulu spæla á útivølli í Vestmannaoyggjunum ímóti ÍBV.
KR er oddalið við 40 stigum, og Valur er á fimta plássi við 25 stigum. Íslendska kappingin er 22 umfør. KR hevur spælt 16 dystir, og Valur hevur spælt 17 dystir.