Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali spældu í kvøld teirra seinasta dyst í EHF European League á hesum sinni.
Valur spældi á útivøllli móti portugisiska liðnum, Porto.
Tað gekk væl hjá Vali í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Valur á odda 18-17. Men í seinna hálvleiki var Porto greitt omaná, og dysturin endaði við einum greiðum 37-29 sigri til Porto.
Allan skoraði fýra mál upp á sjey málroyndir, og Bjarni skoraði trý mál upp á átta málroyndir.
Valur endaði aftast í bólki F við tveimum stigum fyri seks dystir. Melsungen og Porto vinna seg víðari úr bólkinum.
Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt megnaði í kvøld uttan nakran nevniverdan leiklut til havnarmannin at vinna 36-33 (20-15) á Karvina.
Flensburg vann bólk G við fullum stigatali, 12 stigum. Tatabanya við sjey stigum í bólki G vinnur seg eisini víðari í kappingini.











