Valur skoraði sigursmálið í allarseinasta sekundinum

Allan Norðberg og liðfelagarnir eru eitt stig frá oddinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali spældu ígjár dyst á útivølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Dysturin var móti Stjörnuni.

 

Valur vann dystin 24-23. Benedikt Gunnar Óskarsson skoraði sigursmálið í allarseinasta sekundinum av dystinum.

 

Gongdin í dystinum: 2:4, 3:5, 5:5, 8:5, 9:6, 10:8, 14:11, 16:13, 17:15, 19:18, 19:21, 23:24.

 

Valur er næstfremst í deildini við 28 stigum. FH er fremst við 29 stigum.

 

Komandi hóskvøld klokkan 19.30 tekur Valur móti ÍBV í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík.

 

Valur hevur fimm dystir eftir at spæla í grundspælinum.