Valur og ÍBV skulu spæla áttandapartsfinalur í Heimey

17. og 18. november skulu føroyingaliðini í bestu íslendsku hondbóltsdeildini spæla áttandapartsfinalur í steypakappingini

Íslendska hondbóltssambandið hevur tikið lut um hvørji lið skulu møtast í áttandapartsfinalunum í steypakappingini.

 

Tað verður eingin føroyingauppgerð í hesum umfarinum. 

 

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali skulu tó spæla dyst úti í Heimey, fríggjakvøldið 17. november. Men tann áttandapartsfinalan verður ímóti B-liðnum hjá ÍBV.

 

A-liðið hjá ÍBV, ið Dánjal Ragnarsson er partur av skal á heimavølli spæla áttandapartsfinalu móti Fram. Dysturin verður spældur leygardagin 18. november.

 

Sostatt skuldi verið góður møguleiki fyri, at bæði føroyingaliðini vinna seg í fjórðingsfinalurnar.