Tað kann blíva fitt av føroyingaliðum í EHF European League komandi kappingarár.
Longu nú er greitt, at liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel, og liðið hjá Óla Mittún og Ísaki Vedelsbøl, Sävehof vera við í bólkaspælinum. Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg Handewitt, ið vunnu kappingina farna kappingarár vera eisini at finna í bólkaspælinum komandi kappingarár.
Møguleiki er eisini fyri, at liðið hjá Allani Norðberg og Bjarna í Selvindi, Valur fer at taka lut í bólkaspælinum í EHF European League.
Fyrst í september fer Valur at spæla tveir undankappingardystir móti eitt av hesum liðunum: Maritimo da Madeira, Amicitia Zürich, Kristianstad, Limoges, Mors-Thy, Ademar Leon, Bjelin Spacva Vinkovci, Ferencváros og Elverum.
Liðini sum longu hava tryggjað sær pláss í bólkaspælinum eru hesi: Flensburg-Handewitt, Porto, Montpellier, Nexe, GOG, Kadetten Schaffhausen, Bidasoa Irun, Sävehof, Gornik Zabrze, CSM Constanta, Gorenje Velenje, Vardar Skopje, Tatabánya, Tatran Presov, THW Kiel, Benfica, Toulouse, Sesvete, Torrelavega, Chrobry Glogow og Vojvodina.











