Valur hevur framvegis fult stigatal í bestu íslendsku kvinnudeildini. Týskvøldið vunnu Randi Wardum og liðfelagnir 4-1 á útivølli móti HK/Víkingur. Støðan í hálvleikinum var 0-0.
Randi Wardum var aftur millum stengurnar, og føroyski málverjin stóð seg væl. Valur hevur í alt latið átta mál inn í hesum kappingarárinum.
Eftir 11 umførum hevur Valur 33 stig, trý fleiri enn KR, sum er á øðrum plássi.