Valur er á odda

Tað er hálvleikur í Europa Cup dystinum á Svangaskarði millum kvinnuliðini hjá KÍ og Vali úr Reykjavík.

Støðan er 1-0. Valur skoraði, tá ið tað restaðu seks minuttir av 1. hálvleiki.

Valur tykist vera eitt vet betri lið, enn hollendska mótstøðuliðið hjá KÍ hósdagin var.

Trýstið á KÍ málið øktist støðugt, og tað var ikki annað enn væntandi, at íslendska liðið legði seg á odda.