Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali vunnu í kvøld á útivølli grannauppgerðina móti Fram í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Talan gjørdist um ein trivaligan 36-28 sigur til Val, ið var á odda 17-14 í steðginum.
Valur er nú næstfremst í deildini við 24 stigum, bert einum stigi færri enn oddaliðið, FH.
Komandi sunnudag spælir Valur fyrru uppgerðina í fjórða umfarinum í European Cup. Dysturin verður móti serbiska liðnum, Metaloplastika.
Returdysturin verður leiktur í Serbia, leygardagin 17. februar.











