Valur er nýtt oddalið

Teir tríggir føroysku landsliðsspælararnir í íslendskum fótbólti – Jónas Þór Næs, Pól Jóhannus Justinussen og Christian R. Mouritsen – og liðfelagar teirra í Vali, hava í kvøld lagt seg á odda í íslendsku landskappingini.

Valur vitjaði Þór á Akureyri, og úrslitið var 3-0 til høvuðsstaðarliðið. Sigurin var sannførandi. Valur legði seg á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki eftir langt innkast frá Jónasi, og hini málini vórðu skorað, tá ið ein tími var farin, og tá ið tað restaði eitt korter.

Allir føroyingarnir vóru millum teir fyrstu ellivu: Jónas og Pól Jóhannus vóru álopskendir vongverjar, og Christian R. Mouritsen var á sentrala miðvøllinum, inntil tað restaði eitt stórt korter.

Valur er topplið við 21 stigum eftir 9 umfør. Sigurin á Akureyri var tann sjeyndi hjá Vali í ár.

KR er næstfremst við 20 stigum fyri 8 dystir. KR skal í annaðkvøld spæla á heimavølli ímóti ÍF í europeisku kappingini. Tí er teirra dystur í 9. umfari ímóti ÍBV útsettur. ÍBV er á triðja plássi við 16 stigum.

Úrslitini í kvøld: Keflavík-Fram 1-0, Þór-Valur 0-3, Víkingur R.-Breiðablik 2-2, FH-Grindavík 7-2 og Stjarnan-Fylkir 4-1.

Støðan: Valur 21, KR 20, ÍBV 16, FH 15, Fylkir og Stjarnan 14, Breiðablik 12, Keflavík 11, Þór 8, Víkingur R og Grindavík 7 og Fram 2 stig.