Í morgun fór landsliðsferðalagið úr Vágum og til Norðurírlands, har dystur verður mikukvøldið.
Fleiri landsliðsspælarar vóru ikki í ferðalagnum. Millum hesar vóru Jónas Tór Næs og Christian R. Mouritsen. Teir hava í dag verið í Vestmannaoyggjunum og spælt ímóti ÍBV, sum hevur Albert Sævarsson í málinum. Hann var fyri nøkrum árum síðani málverji hjá B68.
Úrslitið var 1-1, og tað ber við sær, at ÍBV framvegis er næstfremst, og at Valur er á triðja plássi.
Pól Jóhannus Justinussen og Jónas Tór Næs vóru á vongverjunum alla tíðina. Christian R. Mouritsen var á vøllinum fyrsta tíman. Hann hevði fleiri royndir ímóti málinum hjá Alberti Sævarsson, uttan at tað eydnaðist honum at fáa mál.
Nú eru Jónas og Christian á veg til Norðurírlands. Pól Jóhannus verður eftir í Reykjavík. Tað kemst av, at hann er leikbannaður, tí hann varð vístur av vølli, tá ið Føroyar 7. juni vunnu 2-0 ímóti Estlandi á Svangaskarði.









