ÍSLAND: Eftir at teir fimm ferðir á rað hava verið við til at vunnið fulla úrtøku, gekk tað í kvøld ikki heilt so væl, tá ið íslendska fótbóltsfelagið Valur við trimum føroyskum landsliðsspælarum á heimavøllinum á Hliðarenda í Reykjavík hevði vitjan av Stjarnuni.
Úrslitið var 1-1. Valur legði seg á odda, tá ið ein minuttir restaði av 1. hálvleiki, og Stjarnan javnaði miðskeiðis í 2. hálvleiki.
Valur var omaná í 1. hálvleiki, og longu í 2. minutti sendi Pól Jóhannus Justinussen av brotsteigarmarkinum og í tvørtræið.
Í 2. hálvleiki var Stjarnan greitt omaná, og trýstið var stórt á heimamálið, bæði áðrenn útjavnandi málið og eisini aftaná. Stjarnan tiltuskaði sær fimtan hornaspørk, meðan Valur ikki spældi seg til nakað hornaspark.
Jónas Þór Næs og Pól Jóhannus Justinussen vóru vongverjar, og Christian R. Mouritsen var millum teir mest framrættaðu, inntil tað restaðu tíggju minuttir.
Úrslit í 10. umfari: Breiðablik- Þór 4-1, ÍBV-FH 3-1, Fylkir-KR 0-3, Fram-Grinavík 1-1, Keflavík-Víkingur 2-1 og Valur-Stjarnan 1-1.
Støðan: KR 23, Valur 22, ÍBV 19, FH, Stjarnan og Breiðablik 15, Keflavík og Fylkir 14, Grindavík og Þór 8, Víkingur 7 og Fram 3 stig. KR og ÍBV hava spælt 9 dystir, og hini hava spælt 10 dystir.
Sunnudagin verður grannauppgerð og oddabrak millum KR og Valur.