Valur byrjaði væl

Føroysku landsliðsspælararnir vóru millum teir fyrstu ellivu, tá Valur vann í fyrsta landskappingardystinum. Valur vann 1-0 á FH, sum hevur átt virknan leiklut millum fremstu liðini í íslendsku kappingini seinastu árini. Atli Guðna skeyt einasta málið.

 

Jónas Tór Næs og Pól Jóhannus Justinussen røktu uppgávurnar sum vongverjar, og Christian Mouritsen var framherji. Føroyingarnir spældu allan dystin.

 

Kristján Guðmundsson, sum varð uppsagdur sum venjari í HB í fjør, stendur á odda fyri Vali.