Valur aftur trý stig

Teir tríggir føroysku landsliðsspælararnir í Vali vóru á vøllinum alla tíðina, tá ið Valur í kvøld vann 2-0 á Breiðabliki. Tað eru tríggir landsliðsspælarar, ið eru á aldukambinum, sum nú koma heim úr Íslandi at fyrireika seg til altjóða avbjóðingarnar.

Í kvøld hevur Valur vunnið 2-0 ímóti meistaraliðnum Breiðabliki úr Kópavogi.

Jónas Tór Næs, Pól Jóhannus Justinussen og Christian R. Mouritsen vóru á vøllinum alla tíðina, og Christian R. Mouritsen var við í uppspælinum til bæði málini. Tað fyrra varð skorað longu í 11. minutti, og tað seinna varð skorað í 77. minutti.