Valur aftur á sigurskós

Allir føroyingarnir byrjaðu inni til dystin ímóti Fram Poul Johannus Justinussen, Jónas Tór Næs og Christian R. Mouritsen byrjaðu allir inni, tá Valur á heimavølli á Hlíðarenda í Reykjavík tók ímóti Fram.

 

Valur vann 1-0, sigursmálið fall fimm minuttir áðrenn leiklok. Guðjón Pétur Lýðsson tryggjaði Valur øll stigini.

 

Christian R. Mouritsen var tikin út eftir 81 minuttirs spæl. Christian R. Mouritsen hevði nakrar góðar royndir á málið hjá Fram.

 

Sigurin merkir, at Valur er aftur við í stríðnum í oddinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Støðan í íslendsku Pepsideildini er nú hendan :

 

1 KR 5 3 2 0 10:5 11

2 ÍBV 5 3 1 1 6:3 10

3 Valur 5 3 0 2 5:3 9

4 Stjarnan 5 2 2 1 9:7 8

5 Keflavík 5 2 2 1 8:6 8

6 Breiðablik 5 2 1 2 9:10 7

7 Fylkir 5 2 1 2 7:8 7

8 Víkingur R. 5 1 3 1 3:3 6

9 FH 4 1 2 1 6:4 5

10 Grindavík 5 1 1 3 4:8 4

11 Þór 4 1 0 3 2:6 3

12 Fram 5 0 1 4 2:8 1