Tann 7. november skal bretski David Hayes boksa móti risastóra Nikolai Valuev um HM-heitið í tungvekt. Men tað er ikki bara støddin á mótstøðuni, sum ger Hayes fortreð. – Hann er ein ljótur boksari. Hann roynir at koma í infight, og handan lodna bringan hjá honum gerst bæði sveittut og ólekkur. Støddin hjá honum ger, at bringan kemur beint í andlitið á mær, og tað sigst, at hann ikki luktar serliga væl, sigur David Hayes, sum ikki er kendur fyri at vera beinleiðis smæðin í orðavali sínum.